Eiðis Bjargingarfelag: Seinnapartin í gjár vóru boð eftir Rescue Vón.
Hesaferð var tað ein stuttleikabátur, ið fekk motortrupulleikar stutt frá grótkastinum við Bátahylin á Eiði.
Boðini komu um 16-tíðina seinnapartin.
Stutt eftir kom Rescue Vón á staðið og sleipaði bátin aftur inn í bátahylin.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



