Bókadeild Føroya Lærarafelags: Heimalambið Nella er ein stuttlig søga, sum Betta á Dalinum hevur skrivað, og Jana Jonhardsdóttir hevur myndprýtt. Bókadeild Føroya Lærarafelags skipar fyri bókaframløgu 30. mai kl. 11 í Klaksvíkar bókasavni. Øll eru hjartaliga vælkomin!
Til bókaframløguna fer Gunnrið Kallsberg at práta við Bettu og Janu um bókina, og Betta fer at siga frá nøkrum av fittu søgunum um veruliga heimalambið Nellu. Skúlakórið á Skúlatrøð fer at framføra. Aftaná er ein drekkamunnur, og høvi verður at keypa bókina.
Um bókina: Heimalambið Nella kemur í húsið hjá Bettu og Jóhann at vera. Nella fær eitt lítið stykki niðan fyri húsið at vera og eta gras, men tað gongur ikki so væl. Hon vil hvørki vera innibyrgd ella einsamøll. Hon berjist sum fyri lívinum fyri at sleppa út, rennur eftir hundum, óruddar í kjallaranum, órógvar á rættini, í hoyna og allastaðni, har hon er, og so er hon eisini so veðursjúk.
„Á, Nella, Nella, tú ert ein gella!“ sigur Betta.
Bókin er innbundin, 76 síður og væl egnað at lesa fyri børnum, sum eru uml. 6-9 ár. Bókadeild Føroya Lærarafelags gevur út.
Betta á Dalinum er fødd í Klaksvík í 1958. Hon tók læraraprógv á Føroya Læraraskúla í 1992 og hevur verið lærari í Klaksvík, til hon fór frá vegna aldur í 2025. Betta hevur fingist við at skriva og yrkja, síðani hon var ung, men Heimalambið Nella er fyrsta bók, hon gevur út.
Jana Jonhardsdóttir er myndaprýðari og myndlistafólk við listaútbúgving frá Bath Spa University, Art & Design, í Bath, Somerset í Onglandi. Síðan 2018 hevur hon virkað yrkisliga sum listafólk og hevur drúgvar royndir innan myndlistaøkið, bæði í Føroyum og í Onglandi.
Øll eru hjartaliga vælkomin á bókaframløgu 30. mai kl. 11 í Klaksvíkar bókasavni.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



