At taka upp grind er ikki bara mannfólkaarbeiði í dag, tað hava vit sæð fleiri dømi um í seinastuni.
Eitt nú í sjónvarpinum í gjár, har bæði útlendsk og føroysk konufólk vóru við at skera upp og fáa risastóru grindina sum legði beinini í Havn til høldar.
Einir 20 hval komu til Vestmanna, og har lá luturin hjá borgarstjóranum, Sáru Jógvansdóttir, ikki eftir. Á myndini er hon saman við grindaformonnunum við til at skera upp.
Tað sum leyp av varð ísað í fiskakassar, og fólk komu so at fáa sær.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



