Tað eru trý sløg av fólkum. Tey sum fáa tingini at henda, tey sum hyggja at ímeðan hini fáa tingini at henda, og so tey sum undrast yvir hvat ólukkan tað var sum hendi
- Fred Clauser, neyðlendi í Eiðisflógva í 1969

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tað eru trý sløg av fólkum. Tey sum fáa tingini at henda, tey sum hyggja at ímeðan hini fáa tingini at henda, og so tey sum undrast yvir hvat ólukkan tað var sum hendi
- Fred Clauser, neyðlendi í Eiðisflógva í 1969
Innlendis ítróttur

Brá Zakariasardóttir og Zakarias Bech við prógvinum uppá, at Brá var besti spælari í MeistaraDeildini hjá kvinnum í mai mánað - Mynd: Hans Erik Danielsen

FSF: Toppdystur millum KÍ og HB var á skránni, tá fult umfar í MeistaraDeildini hjá kvinnum varð spælt fríggjakvøldið.

Men áðrenn Petur Reinert floytaði í gongd á Djúpumýru í Klaksvík, bleiv Brá Zakariasardóttir úr HB heiðrað sum besti spælari í mai mánað.

Tað var pápi Brá, Zakarias Bech, ið vegna Fótbóltssamband Føroya handaði dótturini eitt gávubræv frá Atlantic Airways, og eitt heiðurstekin frá FSF.

Harafturat fóru Brá og hinar í HB eisini til húsa aftur við øllum stigunum. Úrslitið gjørdist 1-0 til HB, við máli sum Lea Lisberg skoraði tá góðir tjúgu minuttir vóru eftir at spæla.

KÍ trýsti seinastu løtuna fyri at javna, og í tveimum førum raktu tær stongina. Men HB reið stormin av, og hevur nú lagt sjógv ímillum seg og KÍ á øðrum plássi.

Meðan tað sær út til, at tað vera HB og KÍ, ið fara at dystast um oddasessin, heldur Víkingur rimmar fast um triðja plássið í landskappingini. Fríggjakvøldið var Víkingur á vitjan á Dungasandi í Sørvági har 07 Vestur tók ímóti.

Úrslitið gjørdist 4-0 til Víking. Málskjúttarnir vóru Sára Vang Justinussen, Mona Rasmusdóttir, Jonnhild á Sondum og Tóra við Gil.

Triðji dysturin var í Gundadali í Havn, har B36 tók ímóti Skála. Úrslitið gjørdist 1-0 til B36 við máli sum Livyan Borges skoraði tá ein hálvur tími var spældur.

HB er fremst við 28 stigum fyri tíggju dystir, meðan KÍ er á øðrum plássi við 22 stigum fyri níggju dystir. Víkingur er nummar trý við 18 stigum.

Næsta umfar í MeistaraDeildini hjá kvinnum verður mikukvøldið 17. juni. Klokkan 19:00 byrja dystirnir millum HB og 07 Vestur, og Skála og KÍ, og klokkan 20:00 byrjar dysturin millum Víking og NSÍ.

Stigatalvan og leikskráin sæst her: MeistaraDeildin kvinnur (grundspæl)

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #