Tá til stykkis kemur, er tað ikki árini í lívinum, sum týða nakað, men lívið í árunum
- Abraham Lincoln

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tá til stykkis kemur, er tað ikki árini í lívinum, sum týða nakað, men lívið í árunum
- Abraham Lincoln
Onnur tíðindi

Brekumboðið: Altjóða ST ráðstevnan COSP 19 er í New York í hesum døgum.

Ráðstevnan er fyri lond, ið hava staðfest sáttmálan hjá Sameindu Tjóðum um rættindi hjá fólki, ið bera brek.

Á ráðstevnuni hittast umboð fyri stjórnir, áhugafelagsskapir, mannarættinda- og umboðsstovnar og altjóða felagsskapir úr øllum heiminum fyri at kjakast um støðuna hjá fólki ið bera brek og um, hvussu rættindini, sambært brekrættindasáttmálanum, kunnu styrkjast.

Í ár er høvuðsevnið "CRPD at 20 – Celebrating and consolidating achievements and shaping.the next phase of implementation in a changing world", í sambandi við at 20 ár eru liðin síðani sáttmálin varð samtyktur.

Luttøkan gevur Brekumboðnum høvi at fylgja við í nýggjastu altjóða menningini á brekrættindasøkinum, knýta sambond við líknandi stovnar og felagsskapir kring heimin, og fáa íblástur til arbeiðið við at fremja og verja rættindi hjá fólki ið brek í Føroyum.

“Tað er týdningarmikið, at Føroyar eru partur av altjóða kjakinum um rættindi hjá fólki ið bera brek. Á COSP fáa vit innlit í góðar royndir úr øðrum londum og møguleika at deila okkara egnu royndir og avbjóðingar,” sigur Eilif Arge, Brekumboð.

Umframt høvuðsfundirnar í stóra salinum luttekur Brekumboðið eisini á fleiri fakligum tiltøkum við altjóða samstarvspørtum.

Ráðstevnan verður hildin í høvuðssætinum hjá ST í New York og savnar luttakarar úr øllum heiminum.

Ráðstevnan verður hildin dagarnar 9.–11. juni 2026.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #