Tá til stykkis kemur, er tað ikki árini í lívinum, sum týða nakað, men lívið í árunum
- Abraham Lincoln

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tá til stykkis kemur, er tað ikki árini í lívinum, sum týða nakað, men lívið í árunum
- Abraham Lincoln
Politikkur

Svar uppá grein 52a fyrispurning nr. 52-117/2025 frá Steffani Abrahamsson Løkin, løgtingsmanni, settur Akseli V. Johannesen, landsstýrismanni í fíggjarmálum, um mvg afturbering til kommunal byggjarí.

Spurningurin er soljóðandi: 
1. Heldur landsstýrismaðurin skipanina við mvg-afturbering til kommunal byggjarí, so sum svimjihallir, ítróttarhallir og felagshús vera greiða, gjøgnumskygda og rættvísa?

2. Hvørjar ítøkiligar treytir skulu vera loknar, fyri at kommunal byggjarí kunnu fáa mvg afturborið?

3. Kann landsstýrismaðurin upplýsa, um svimjihallirnar í Havn og Klaksvík hava fingið mvg afturborið í sambandi við bygging, útbygging ella umvæling, og um so er, hvør lógarheimildin var?

4. Kann landsstýrismaðurin upplýsa, hví svimjihøllin í Runavík ikki lýkur treytirnar fyri mvg-afturbering?

5. Ætlar landsstýrið at gera uppskot um broytingar í mvg-lógini, sum viðvíkur kommunalari bygging, sum er nevnd omanfyri?

Svar til spurning nr. 1 
Galdandi reglur skilja millum tvær skipanir.

Onnur skipanin er kommunala MVG-endurgjaldið, har kommunur fáa endurrindað 75% av inngangandi meirvirðisgjaldi. Heimildin er § 3, stk. 2, í meirvirðisgjaldslógini, og nærri reglur eru ásettar í kunngerð nr. 134 frá 11. oktober 2022 um meirvirðisgjald hjá kommunum.  

Hin skipanin er afturbering eftir § 3 a í meirvirðisgjaldslógini, sum er ætlað felagsskapum, stovnum og grunnum, ið gera ávísar íløgur í ikki vinnuligt, almannagagnligt frítíðarvirksemi.  

Henda skipanin fevnir ikki um kommunur.  

Skipanin eftir galdandi reglum er greið á tann hátt, at kommunur ikki fáa MVG endurgoldið eftir § 3 a, men fáa 75% endurgoldið eftir serligu kommunalu skipanini.

Kommunal byggjarí lúka ikki treytirnar í § 3a í mvg-lógini fyri at fáa endurrindað mvg eftir hesi lógargrein. Ongin kommuna hevur fingið játtað endurrindan av mvg sambært § 3a í mvg-lógini.

Svar til spurning nr. 2 
Kommunal byggjarí koma undir vanliga kommunala MVG-endurgjaldið.  

Treytirnar eru í høvuðsheitum hesar: 
1. Talan skal vera um kommunu, kommunalt virki ella kommunalan stovn.

2. Talan skal vera um inngangandi meirvirðisgjald, sum kommunan hevur goldið av keypi av vørum ella avgjaldsskyldugum tænastum.

3. Bókhaldið hjá kommununi skal lúka krøvini í kapitli 8 í meirvirðisgjaldslógini og krøvini í kunngerð um roknskaparverk kommunanna.  

Svar til nr. 3 
TAKS kann ikki uttan nærri eftirlit staðfesta, um svimjihallirnar í Havn og Klaksvík hava fingið MVG endurgoldið í sambandi við bygging, útbygging ella umvæling.

Heimildin hjá kommunum at fáa 75% av inngangandi meirvirðisgjaldi endurgoldið hevur verið galdandi frá 1. januar 1993.  

Tað er sannlíkt, at Tórshavnar kommuna og Klaksvíkar kommuna hava fingið MVG endurgoldið av bygging, útbygging ella umvæling av svimjihøllunum, um hesar útreiðslur eru farnar fram eftir 1. januar 1993 og eru viðgjørdar eftir kommunalu MVG-skipanini. Men endurgjald er ikki farið fram við heimild í § 3 a í meirvirðisgjaldslógini.  

Svar til spurning nr. 4 
Svimjihøllin í Runavík lýkur ikki treytirnar fyri afturbering sambært § 3 a í meirvirðisgjalds lógini, tí kommunur eru ikki fevndar av § 3 a.

Hetta merkir tó ikki, at kommunan ikki kann fáa nakað MVG-endurgjald. Runavíkar kommuna er, eins og aðrar kommunur, fevnd av kommunalu skipanini, har 75% av inngangandi meirvirðisgjaldi kann verða endurrindað. Tað er tí sannlíkt, at Runavíkar kommuna antin hevur fingið, ella kann fáa MVG endurgoldið, eftir vanligum reglum.   

Svar til spurning nr. 5 
Í løtuni er ongin ætlan um at broyta MVG afturberingina til kommunurnar.   

Landsstýrið og kommunufelagið hava sett arbeiðsbólk at koma við tilmæli um dagførdan fíggingarleist fyri eldraøkið.

Í stuttum snýr tað seg um at tryggja grundarlagið, so at kommunurnar megna at lyfta vaksandi uppgávurnar innan eldraøkið.

Í tí sambandi vera fleiri fíggjarlig viðskifti millum land og kommunur viðgjørd, sum til dømis mvg-afturberingin til kommunurnar.  

Fíggjarmálaráðið, 9. juni 2026 
Aksel V. Johannesen 
landsstýrismaður

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #