Tórshavnar kommuna: Broytingar eru í bussleiðunum sunnudagin 7. juni 2026 í sambandi við Tórshavnar Marathon.
Frá klokkan 13 til 15 koyrir bussleiðin ikki, og frá klokkan 15 til 19 eru hesar broytingar á leiðunum 2 og 3:
-
Leið 2 koyrir eftir Stoffalág, Hoyvíksvegnum, Gripsvegnum, Steinatúni og síðan víðari eftir ferðaætlanini
-
Leið 3 koyrir eftir Sundsvegnum, Vegnum Langa og sama veg oman aftur í miðbýin
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



