Mykines Dánjalsson, spælmennari, er í ferð við at gera eitt MOBA-telduspæl. Tað fyrsta av sínum slagi í Føroyum. MOBA stendur fyri: multiplayer online battle arena. Talan er um eitt kappingarsinnað, strategist bardagaspæl, har hetjur og fíggindar stríðast á vígvøllinum.
Hendan verkætlanin er serstøk, við tað, at telduspælið hevur sín uppruna og íblástur úr norrønu gudalæruni, kvæðaskaldskapinum, víkingamentanini og føroysku náttúruni. T.d. nevnist tann eina stríðskvinnan Brynhild, sum vit kenna frá norrønu gudalæruni og Sjúrðakvæðunum. Ein onnur stríðskvinna nevnist Skaði, sum er gudinnan fyri bogaskjóting í norrønari mýtulogi. Hon er kend fyri sítt hegni og neyvleika á stríðsvøllinum. Ein stríðsmaður er Starkad, sum er víkingur og lívshættisligur mótstøðumaður. Somuleiðis eru m.a. rúnasteinar og rúnaskrift ein partur av umhvørvinum.
Hópfíggingin er ætlað til at fullfíggja og menna Alpha útgávuna t.v.s. fyrstu útgávuna har spælast kann.
Ert tú áhugaður í at stuðla hesi verkætlan, so kanst tú fara inn á linki:
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



