Føðilandið, tað er allur knøtturin - nær fáa øll tað inn í knøttin!
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Føðilandið, tað er allur knøtturin - nær fáa øll tað inn í knøttin!
- úr Børkuvísum
Politikkur

Tey, sum hava minst at liva av, skulu hava meir og ikki standa eftir við tómum lummum, tá leiga og aðrar fastar útreiðslur eru goldnar. Vit mugu byggja fleiri smærri leigubústaðir, sum eru bíligari at leiga og hóska seg til støk, lesandi, einligar forsyrgjarar, eldri fólk o.s.fr. Sjálv havi eg búð og lisið í Svøríki, Onglandi og Danmark, og havi eg altíð fingið ein bústað hóskandi mínum tørvi. Tað er ørkymlandi, at hetta ikki ber til á sama hátt í Føroyum.

Seinastu árini hava verið merkt av einum sera høgum búskaparvøkstri, og á nógvan hátt hevur Føroyar klárað seg væl. Men samstundis eru nógv fólk, sum ikki hava ráð til dagin og vegin, og børnini hjá teimum líða undir tí. Ella sagt við øðrum orðum: Tað eru ov nógv, ið standa eftir á perrongini, tá tokið er koyrt. Hetta vísir seg á so nógvum økjum, m.a. á bústaðarmarknaðinum. Búskaðarráðið heitir á núverandi og komandi politikarar um at taka bústaðarneyðina í størsta álvara, og tað er púra satt, at hetta kann ikki bíða meira.

Innan nýbygging í grannalondum okkara er sera vanligt at byggja meira ‘blandað’, enn vit eru von við í Føroyum. Tað vil siga, at minstu íbúðirnar eru typiskt 30-40 fermetrar til støddar, meðan aðrar eru størri. Sosialt eru fleiri fyrimunir við hesum slagnum av bygging; millum annað leggur tað upp til eina meira fjølbroytta samanseting av fólki. Til slíka blandaða bústaðarbygging átti mann eisini at raðfest eitt gott útiøki/tún til øll at njóta, sum onkursvegna – hóast íbúðin er lítil – veksur um livirúmið. Tað hevði verið spennandi við eini hugskotskapping og fingið savnað saman ymisk uppskot til, hvussu hetta kundi sæð út. Helst er onkur av okkara fakfólkum, ið situr inni við hugskotum til slíka blandaða bygging.

Edith Dahl Jakobsen, løgtingsvalevni fyri Javnaðarflokkin

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #