Tú lóggevur ikki tey fátæku til ríkidømi við at lóggeva tey ríku til fákækradømi
- Adrian Rogers

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tú lóggevur ikki tey fátæku til ríkidømi við at lóggeva tey ríku til fákækradømi
- Adrian Rogers
Innlendis ítróttur

Bridgesambandið: Daniel Bang-Ortman og Jacob Øland eru fremstir í Tórshavn Bridgefestival, nú kappingin er næstan hálvrunnin. Teir eru millum mongu útlendsku spælararnar sum hava tikið føroysku kappingina til sín, teir hava verið við at kalla í øllum kappingunum. Daniel vann triðja sæti í fyrstu kappingini í 2019 saman við pápa sínum.

Nummar tvey eru Maria van der List úr Niðurlondum og Vigfús Pálsson úr Íslandi. Á triðja sæti er Jens Pauli Guldbrandsø Nolsøe, sum plagdi at spæla í Føroyum, men nú spælir í Norðurjútlandi, saman við honum er Morten Klug úr Danmark, teir báðir vunnu her fyri norðurjútska meistaraheiti í bridge.

Per Kallsberg og Jóanes Mouritsen, Marjun Restorff og Arnleyg Eghold, Marner Joensen og Hans David Øregaard, Robert Langgaard og Eyðun Anthoniussen og Pól Egholm og Magni Jøkladal eru øll millum 10 tey fremstu pørini.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #