Seint hugsað er ikki altíð væl hugsað
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Seint hugsað er ikki altíð væl hugsað
- V. Poulsen
Onnur tíðindi

Hóttanir frá Donald Trump, forseta, hava eftir øllum at døma gjørt, at bæði Danmark og onnur Natolond nú brúka lutfalsliga meira enn USA uppá at styrkja verjuna.

Tá Mark Rutte, aðalskrivari, hósdagin legði fram ársfrágreiðingina hjá Nato bleiv greitt, at samanumtikið brúka tey 32 Nato londini nú 20% meira til verjuendamál, enn tey gjørdu fyri einum ári síðani.

- Tað hevði ongantíð hent uttan Trump, segði Mark Rutte.

Jyllandsposturin skrivar, at Danmark í fjør brúkti 3,34% av bruttotjóðarúrtøkuni til verjuendamál. USA brúkti í fjør 3,19% av síni bruttotjóðarúrtøku til verjuna.

2025 var fyrsta árið har øll Nato londini náddu málinum frá 2014 at brúka minst 2% av BTÚ til verjuna. Nýggja málið er at brúka minst 3,5% til verjuendamál. Bert trý lond hava nátt tí málinum, tað eru Pólland, Litava og Letland. 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #