Naalakkersuisut og danska stjórnin hava undirskrivað avtalu upp á tilsamans 1,2 milliardir krónur, sum millum annað skal brúkast til íløgur í Grønlandi í tíðarskeiðinum 2026-2029.
Tað skrivar Fíggjarmálaráðið í tíðindaskrivi sambært TV 2.
Avtalan fevnir millum annað um íløgur í undirstøðukervið og ein hjálparpakka til fíggjarliga útsettastar grønlendskar borgarar.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



