Danska Skattestyrelsen hevur kravt 32,8 milliónir krónur inn frá Airbnb-vertum, sum ikki hava goldið tann skatt, teir skuldu rinda.
Skattestyrelsen gjørdi í fjør 2.406 kanningar av skattaviðurskiftunum hjá útvaldum Airbnb-vertum.
Myndugleikarnir funnu feilir í 98 prosentum av málunum, skrivar TV 2.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



