Stríðið um Grønland er als ikki av og um Europa ikki tekur sær um reiggj og dubbar seg nógv meira so fer heimsparturin ikki at líkjast tí sum vit kenna í dag, soleiðis sigur danski forsætisráðharrin, Mette Frederiksen, við Financial Times.
Mette Frederiksen rópar varskó og sigur, at um Europa hvørki vil ella er ført fyri at verja seg, so fer tað at ganga til grundar í nýggju heimsskipanini har Kina og USA siga, hvar skápið skal standa.
- Gamli heimurin er søga. Tíverri er rástyrki eitt av brøgdunum, sum skal til í nýggja "heimsóordaninum" og tí má Europa styrkja seg nógv meira, sigur danski forsætisráðharrin, sum ikki heldur at stríðið um Grønland er av, hóast friður er beint nú, tí USA, Danmark og Grønland samráðast.
- Vit royna at finna eina loysn, men eg haldi ikki, at hetta er liðugt, sigur hon.
- Heimurin broytist og tað ger NATO eisini. Tá eitt tómrúm blívur í viðurskiftunum ímillum USA og Europa, so mæli eg til, at Europa fyllir tað alt fyri eitt.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



