Trúgv ger øll ting møgulig - kærleiki allar gerðir lættar
- Dwight L. Moody

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Trúgv ger øll ting møgulig - kærleiki allar gerðir lættar
- Dwight L. Moody
Lesarin skrivar

Fyrst í 90-unum fóru Føroyar av knóranum.

Bæði fiskiskapur og prísir gingu skeiva vegin og bankarnir komu í kreppu.

Til “forskjell” frá í dag, veðhelt landið fyri einum stórum parti av skuldini í fiskiflotanum.

Tó vóru treytirnar, at reiðaríini skuldu hava ein ávísan eginpening.

Ikki øll reiðarí høvdu henda eginpening, og skipasmiðjur lántu teimum eginpeningin og løgdu onkursvegna hesa upphædd afturat skipakostnaðinum á nýbygningum.

Við fyrivarni fyri, at eg minnist skeivt, so blivu aktørarnir, vinna og bankar, kanska advokatar eisini, kreativir í tráðanini eftir skipum, vinnu, veiðutóli og inntøku.

Sjálvsagt fór vinnan av sporinum og tók flestu okkum við í skrædlinum, eins og eini fimmtúsund fólk fóru av landinum, summi við stórari skuld í viðførningi - tí húsavirðini eisini høvdu liðið stór tap í hesum falitti.

Politiskt vóru ósemjur um, hvørt tað var rætt hjá landinum at veðhalda og leggja so nógv fyri vegna vinnuna.

Tó bleiv tað framt við treytunum um eginpening.

Tá hetta so sveik - og tíðirnar blivu ringar, bleiv landið beinleiðis stóri taparin í niðurgongdini, í øðrum lagi fólkið.

Aftaná bar ikki til at ábyrgja nakran, tí øll skuldu eitast fyri at vita av tí.

Politikarar, embætisverk og fólkið  hevði vent blindað eygað til, soleiðis at kravið um eginpening, sum skuldi tálma, stýra og fáa skyldur og ábyrgd staðsett í vinnuni sjálvari, hevði svikið.

Fólkið hevði ikki talað at, og øvugt, so haldi eg at politikarar fingu álitisváttanir frá veljarunum i tí vavi, at teir varðveittu sessirnar.

Vit hava síðani havt ymiskt á leiðini, sum skuldi stýra fiskivinnuni, frá spekulatiónum í fólksins ogn, eitt nú tá loyvini skuldi tengjast til skipini.

Uttan at fara í smálutir, so var hetta trekkið ikki holdbart.

Viðvíkjandi makrelævintýrinum eru nógv lík í lastini og tað býtið gav eisini eina stóra vinnuliga slagsíðu, sum saman við nógvum øðrum hevur  yvirkapitaliserað ávís ella útvaldar partar í vinnuni. Sum vit síggja tað í dag.

Veljarin tekur ikki dagar ímillum, men blástemplar fjórða hvørt ár hesa gongd.

Jú, vinnan hevur givið nógvar krónur í landskassan og stóra tøkk fyri eldhuga, stríð og ágrýtni - tað er ikki har vit eru.

Men hava vit heildarmyndina?

Og fara vit aftur um tíggju ár at spyrja um, hví vit vendu blinda eyga til, hví vit vóru politiskt dovin og hví vit einki gjørdu.

Tá landið lutaði út og stuðlaði, ikki við veðhaldi, men við tilfeingi!

Bergun Kass

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #