BirkBloggur: Um dagarnar kom Pauli Reinert Poulsen, sum vit kenna frá sendingunum Hoydalar, á gátt við nýggju LP plátuni "Sál", níggju kompositiónir, fýra hjá Óskari, tríggjar hjá Bárði og tvær hjá Paula sjálvum.
Rógvi á Rógvu er við trummurnar og íslendski Óskar Guðjónsson, sum spældi við Mezzoforte, og nú hevur bólkin ADHD, spælir saxofon. Tutl gevur út, myndina á plátuhúsanum gjørdi danski Poul Janus Ipsen og útgávukonsert er í Reinsarínum í Mentunargøtuni í Havn leygardagin 30. mai. “Sál” varð innspæld í Sjónleikarhúsinum í Havn eftir einum degi í august 2024.
Higartil dámar mær best "Scoville" hjá Bárði, har gittarspælið hjá Paula er í góðum fokus.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



