Ein vaksandi brennievniskreppa í Avstralia er nú farin at hótta sjálva tilbúgvingina. Serliga trotið á diesel er varsamt, tí bæði sjúkrabilar, sløkkiliðsbilar, bussar og lastbilar brúka diesel.
Tað er kríggið í Miðeystri sum ger kreppuna serliga álvarsama.
Avstralia innflytir 90 prosent av sínum brennievni og hevur bert umleið tað sum skal brúkast í 30 dagar á goymslu.
Støðan er longu álvarsom. Hundraðtals bensinstøðir eru tómar og í fleiri økjum er diesel torført at fáa fatur á.
Stjórnin hevur sett í verk átøk sum at lata upp neyðgoymslur og skamtan, men tað er bara fyribilsloysnir.
Serfrøðingar vísa á, at støðan er úrslit av eini langari gongd, har Avstralia hevur stongt mest sum alla sína raffinering og gjørt seg bundið at innflutningi.
Úrslitið er eitt land, har ein altjóða kreppa kann hava beinleiðis ávirkan á, um sjúkrabilar koma fram, áðrenn ov seint er.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



