Nógv krevja tolsemi og rúmligheit, men fá vilja geva tað
- Thomas a Kempis

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Nógv krevja tolsemi og rúmligheit, men fá vilja geva tað
- Thomas a Kempis
Onnur tíðindi

Dugni: Deildarleiðari er nú settur á deildini hjá Dugna á Kambsdali og í Klaksvík.

Setanartilgongdin til nýggjan deildarleiðara á Kambsdali og í Klaksvík er nú liðug.

Setanarbólkurin var samdur um innstillingina, og stýrið fyri Dugna hevur tikið undir við henni.

- Tí kunnu vit nú kunngera, at Djóni Nolsøe Joensen er settur sum nýggjur deildarleiðari á deildini hjá Dugna á Kambsdali og í Klaksvík.

Djóni er útbúgvin námsfrøðingur og hevur drúgvar royndir innan námsfrøðiliga økið.

Harumframt hevur hann drúgvar leiðsluroyndir og politiskar royndir, har hann hevur verið bæði løgtingslimur og landstýrismaður.

Djóni Nolsøe Joensen byrjar í starvinum 1. juni 2026.

Vit ynskja Djóna hjartaliga vælkomnan til Dugna og gleða okkum til samstarvið.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #