Sjóvarfalsdrekin hjá svensku fyritøkuni Minesto sum síðani mai í fjør hevur verið tjóðraður úti í Vestmannasundi, har hann skal framleiða el, varð í gjár tikin upp og nú verður viðlíkahald gjørt.
Minesto boðaði herfyri frá, at drekin hevði verið longur úti enn ætlað, tí ymsir tekniskir trupulleikar vóru. Men í gjár varð hann so tikin upp.
Minesto hevur higartil ikki sagt nakað ítøkiligt um, hvussu royndirnar hava gingið og hvussu nógv elektrisitet drekin hevur framleitt.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



