Lít ongantíð á ein fret á gamalsaldrinum
- Jack Nicholson

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lít ongantíð á ein fret á gamalsaldrinum
- Jack Nicholson
Vinna

EFFO: Effo fer at byggja Føroya størstu orkugoymslu í Søldafirði. Verkætlanin fer at økja um goymslukapasitetin og styrkja um kappingarføri hjá Effo. Harumframt styrkir nýggja orkugoymslan hjá Effo munandi um veitingartrygdina hjá føroyingum.

Effo hevur í dag undirskrivað avtalu við Articon og Mest um at byggja orkugoymsluna.

Effo hevur veitt føroyingum orku í meira enn 100 ár, og brynjar seg til framtíðina.

- Vit fegnast at hava fingið eina føroyska loysn til verkætlanina, og at avtala er gjørd við Articon og Mest. Effo er eitt føroyskt orkufelag, við føroyskum íleggjarum. Vit ynskja sjálvsagt at brúka føroyskar veitarar, treytað av at veitingin er kappingarfør í prísi og dygd.

- Tað eydnaðist í hesum føri, og tað fegnast vit um. Vit eru sera spent uppá verkætlanina, tí hetta er ein tann størsta íløgan í søgu felagsins, og tí orkugoymslan er eitt týðandi stig at brynja okkum til framtíðar orkutørvin í Føroyum, sigur Gunnar Nielsen, stjóri í Effo. 

Orkugoymslan verður bygd, so hon er brynjað til framtíðina. Talan er um sjey tangar á tilsamans 20.000 m3. Í fyrstu atløgu fer goymslan at rúma gassolju, diesel, bensin og jetfuel.

Byrjað verður uppá arbeiðið longu í august. Orkugoymslan verður liðug og tikin í rakstur við árslok 2027.

Fakta:

  • 7 tangar

  • 3 tangar á 5000m3 og 4 tangar á 1250m3

  • Hvussu stórur munur er á tangakapasitetinum nú og í framtíðini

  • Nýggja goymslan fer í rakstur við ársskifti 2027/28

  • Tal av starvsfólkum, sum fara at arbeiða við verkætlanini 80 stk

  • Effo hevur sín upprunað frá Trappubrøðrunum, ið fingu umboð uppá D.D.P.A (Det Danske Petroleums Aktieselskab) í 1918.

  • Kom á føroyskar hendur tá felagið bleiv keypt frá Statoil í 2007. Sostatt eru tað føroyingar, ið eiga 100% av felagnum í dag.

  • Fekk navnið ”Effo” í 2009, ið sipar til heitið Føroya Orkufelag.

  • P/F Effo eigur helmingin í Vindrøkt. Vindrøkt eigur Gellingarklett, sum framleiðir 100 GWT árliga. Vindrøkt vóru teir fyrstu sum í 2003 settu vindmyllur upp í Føroyum á vinnuligum grundarlagi. Verandi vindmyllulund á Mýrunum í Vestmanna framleiðir orku svarandi til nýtsluna hjá uml. 1.250 sethúsum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #