Fleiri fíggjarmálaráðharrar skriva í felags yvirlýsing, at teir heita á USA, Ísrael og Iran um at fremja vápnahvíldina til fulnar, skrivar NRK.
– Vit krevja eina skjóta og varandi samráðingarloysn á ósemjuni, og at farið verður aftur til fría og trygga sigling gjøgnum Hormuzsundið, sum minkar um ávirkanina á vøksturin, orkuprísirnar og livikor – serliga hjá teimum fátækastu og mest viðbreknu.
Fíggjarmálaráðharrarnir í hesum londum hava skrivað undir yvirlýsingina: Avstralia, Finnlandi, Írlandi, Japan, Niðurlondum, Nýsælandi, Noreg, Póllandi, Spania, Bretlandi og Svøríki.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



