Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Grímur Sundstein, løgtingsmaður
Svarari: Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í vinnumálum
Evni: Eftirsleipið av viðlíkahaldinum av undirstøðukervinum
Spurningar:
1. Hvussu stórt er eftirsleipið av viðlíkahaldinum av undirstøðukervinum hjá landinum í 2026?
2. Hvørjar ætlanir hevur landsstýrið at bøta um eftirsleipið av viðlíkahaldinum av undirstøðukervinum?
Viðmerkingar:
Landsverk varðar av vega-, havna- og byggiharrauppgávum, og skulu tryggja, at karmarnir fyri ferðslu og virksemi eru nøktandi, tryggir og samanhangandi.
Landsverk hevur í nógv ár boðað frá, at játtanin til viðlíkahald er alt ov lág. Játtanin er minkað, sjálvt um kostnaðarstøðið er hækkað, nýggir landsvegir eru gjørdir, og ferðslan økist støðugt. Eisini eru størri dygdarkrøv og trygdarkrøv til dagsins ferðslu.
Hetta hevur gingið út yvir viðlíkahaldið av føroyska vegakervinum, herímillum tunlar og brýr.
Samlaða eftirsleipið av viðlíkahaldinum av undirstøðukervi landsins varð í 2018 mett til at vera umleið 375 mió. kr. Hetta er samlaði tørvurin á játtan til umvælingar, viðlíkahald og dagføring av vegum, tunlum, brúm og annað.
Landsverk hevur rópt varskó um vegakervið og víst á, at m.a. brúgvin um Streymin og brúgvin um Fjarðará í Skálafirði eru í so ringum standi nú, at Landsverk hevur sett avmarkingar á ferðsluna á hesi farleið.
Í fíggjarlógini fyri 2026 stendur, at Landsverk arbeiðir í løtuni við at dagføra metingina av eftirsleipinum.
Fyri at fáa greiðu á, hvør støðan er við eftirsleipinum av viðlíkahaldinum av undirstøðukervi landsins, og hvørjar ætlanin landsstýrið hevur at bøta um hesi viðurskifti, verða hesir spurningar settir.
Á Løgtingi, 20. mai 2026
Grímur Sundstein
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



