Ein týskur fótbóltsleiðari hevur heitt á Europa um at umhugsa at boykotta HM í fótbólti í 2026.
Oke Göttlich, forseti í Bundesliga-felagnum St. Pauli og varaforseti í týska fótbóltssambandinum, segði í samrøðu við týskar miðlar, at tíðin var komin til at “umhugsa og umrøða av álvara” eitt boykott, og samanbar verandi løtu við OL-boykottini í kalda krígnum í áttatiárunum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



