Seint hugsað er ikki altíð væl hugsað
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Seint hugsað er ikki altíð væl hugsað
- V. Poulsen
Politikkur

Eg eri djúpt takksamur fyri tað stóra álitið, sum tit veljarar vístu mær á valinum í gjár. Hjartaliga takk fyri tær 551 persónligu atkvøðurnar, sum er ein tvífalding frá seinasta vali.

Hetta er ikki bara ein stuðul til mín persónliga, men ein greið ábending um, at okkara arbeiði og okkara boðskapur hava týdning. Tað gevur mær bæði dirvi og ábyrgd at halda fram.

Samstundis vil eg bera eina stóra tøkk fyri allar atkvøðurnar til Sjálvstýri og valevnini á lista D, sum samlað førdu okkum inn aftur á ting.

Eg fari at gera mítt ítarsta fyri at liva upp til hetta álitið og arbeiða fyri teimum málum, vit hava sett fram í okkara stevnu- og valskrá – fyri tykkum og fyri Føroyar.

Takk fyri hvørja einastu atkvøðu, sum merkja meira enn orð kunnu siga.

Sámal Petur í Grund
Formaður í Sjálvstýri

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #