Lítið nyttar at leiða mann, ið ikki vil seta føturnar undir seg sjálvan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lítið nyttar at leiða mann, ið ikki vil seta føturnar undir seg sjálvan
- føroyskt orðatak
Lesarin skrivar

Ongin hevur sagt, at ein sjómaður skal fáa 400.000 kr. fyri at arbeiða 300 dagar um árið.

Talan er um eina fortreyt um, hvat skal til fyri at fáa fólk at taka arbeiðið.

Í útrokningunum eg legði fram tá Fróði Magnussen var formaður í Búskaparráðnum varð 400.000 kr. brúkt sum ein alternativ løn, tí tað var meira enn fólk fingu tá, sum vildu arbeiða á einum línuskipi.

Í nýggjari útrokningum er alternativ lønin hækkað til 700.000 kr. (Sí grein https://www.setur.fo/fo/setrid/tidindi/haldfoeristrupulleiki-og-gjoeld-fyri-at-nyta-natturutilfeingi). Tað eru sostatt realistisk og dagførd tøl.

Hetta er í veruleikanum heilt grundleggjandi búskaparfrøði: lønin er júst tað, sum skal til fyri at fáa fólk at taka eitt arbeiði, soleiðis er á øllum arbeiðsmarknaðum.

Er tað veruliga órímiligt at halda, at fólk vilja gera hetta arbeiði, sum verður gjørt umborð á t.d. einum uppsjóvarskipi fyri 700.000 kr um árið?

Tað týdningarmesta er tó, at hetta als ikki snýr seg um at áseta lønir.

Útrokningarnar snúgva seg um at finna tann eyka vinningin, sum er eftir vanligan vinning, júst tí okkara fiskastovnar og alifirðir eru serliga virðismikil.

Tað er hetta, sum kallast tilfeingisrenta.

Samanberingin við TAKS er tí skeiv. Her er talan ikki um, at myndugleikar “meta” at lønir eru ov høgar og síðan broyta tær í skattauppgerðini.

Talan er um eina analytiska útrokning fyri at skilja, hvussu stórur partur av vinninginum stavar frá sjálvum tilfeinginum. Tað hevur einki við skattaviðgerð av einstøkum fyritøkum at gera.

Henda útrokning byggir á breiða búskaparliga gransking og er væl kend í altjóða litteraturi innan fyri hetta økið. Tað er ein standard háttur at skilja virðið av avmarkaðum náttúrutilfeingi.

Lønir eru eisini bara ein avmarkaður partur av tí heila. Í 2023 vóru tær umleið 20% av samlaðu ikki innheintaðu tilfeingisrentuni upp á nærum 2 mia. kr., meðan restin av virðinum fór til eigararnar. Tað sigur nakað um, hvar virðini veruliga liggja.

Og í veruleikanum er nógv av hesum kjakinum óneyðugt.

Um rættindini vórðu seld á uppboðssølu, hevði marknaðurin sjálvur víst, hvat tey eru verd.

Tá hevði tú fingið eitt beinleiðis svar, uttan allar hesar tulkingarnar.

Hetta snýr seg altso um at skilja, hvat virði av okkara felags tilfeingi er, ikki um at áseta ella manipulera lønir.

Les lesarabrævið, sum eg havi rættleitt, her: https://www.vp.fo/news/tilfeingisgjaldid

Hans Ellefsen

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #