Neyvan nøkur kropsvenjing er betri fyri hjartað enn at rætta fólki eina hjálpandi hond
- John Andrew Holmes

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Neyvan nøkur kropsvenjing er betri fyri hjartað enn at rætta fólki eina hjálpandi hond
- John Andrew Holmes
Politikkur

Svar frá Bárði á Steig Nielsen, landsstýrismanni, uppá fyrispurning 52-109/2025 frá Bjarna Kárason Petersen, løgtingsmanni, um støðuna hjá føroyingum í Persaraflógvanum

Spurningurin var soljóðandi:   
1. Hevur landsstýrið eitt yvirlit yvir føroyingar og føroysk reiðarí, ið eru innibyrgd ella á annan hátt avmarkaði í Persaraflógvanum?

2. Hvat ger landsstýrið fyri at fáa eitt greitt yvirlit yvir føroyingar og føroysk reiðarí, ið eru innibyrgd í Persaraflógvanum?

3. Arbeiðir landsstýrið við at fáa føroyingar heim á tryggan hátt, og at føroyingar ið eru verandi í økinum annars eru tryggir?

4. Verður landsstýrið kunnað um og tikið við í uttanríkis- og trygdarpolitiskar avgerðir, ið verða tiknar, ið viðvíkja stongslinum av Hormuz-sundinum – eitt nú avgerðir frá danskari síðu um at geva hernaðarlig íkast til hernaðarátøk í økinum?

Til spurningar 1-3 
At kalla eingin skipaferðsla hevur verið gjøgnum Hormuz-sundið síðan um mánaðarskiftið februar-mars.

Støðan í økinum broytist frá degi til dags, og ber í sær óvissur fyri tey mongu skip og sjófólk, sum ikki sleppa úr Hormuz-sundinum orsakað av støðuni.

Uttanríkistænastan samstarvar við danska uttanríkisráðið um mál, sum viðvíkja borgaratænastu til føroyingar úti í heimi. Í tílíkum málum er meginreglan tann, at borgarar, ið hava tørv á hjálp, ráðgeving ella øðrum tænastum venda sær beinleiðis til Uttanríkistænastuna ella til danska uttanríkisráðið.

Enn er eingin fyrispurningur um borgaratænastu frá føroyingum í Hormuzøkinum skrásettur.

Landsstýrið fylgir gongdini í økinum við tí fyri eygað eftir førimuni – og í samstarvi við onnur lond í líknandi støðu – at kunna veita hjálp og ráðgeving.

Vinnumálaráðið hevur upplýst, at einki skip í føroysku skipaskráunum er í Hormuz-sundinum ella innanfyri.  

Føroyskir myndugleikar hava ikki eitt samlað yvirlit yvir, hvørjum skipum føroysk sjófólk sigla við, ella hvar ið skip við føroyskum sjófólkum eru stødd.  

Til spurning 4 
Landsstýrið fær vanliga kunning um viðkomandi ætlanir hjá donsku stjórnini av uttanríkis- trygdar- og verjupolitiskum slagi. Lagt er upp til, at skuldi hesin spurningur verðið aktuellur í mun til støðuna í Hormuz-sundinum, fær landsstýrið kunning. 

Uttanríkis- og fiskimálaráðið, 26. mai 2026 
Bárður á Steig Nielsen, 
landsstýrismaður

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #