Í skrivandi stund er Elon Musk verdur 982,6 milliardir dollarar, ella tað, sum svarar til 6,7 billiónir føroyskar krónur.
Tað vísir nýggjasti topp-fimm listin yvir heimsins ríkastu fólk frá amerikanska miðlinum Forbes, sum er javnan verður dagførdur.
Við børsskrásetingini í dag fer Elon Musk enn longur frá restini á listanum yvir heimsins ríkastu.
Sambært fráboðanini frá SpaceX hóskvøldið hevur tað eydnast at selja 555,6 milliónir partabrøv til ein kurs uppá 135 dollarar fyri partabrævið, sum svarar til umleið 871 krónur.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



