Jeffrey Epstein fiskaði eftir upplýsingum frá Bill Gates um hansara privatlív – millum annað at Bill Gates hevði verið ótrúgvur í sínum hjúnalagi.
Tað var frágreiðingin hjá Microsoft-milliardinginum, Bill Gates, tá ið hann greiddi frá sínum sambandi við Epstein undir hoyring í nevnd hjá Umboðsmannatinginum.
- Eg gjørdist greiðuyr yvir, at Epstein var vorðin varugur við viðkvæmar upplýsingar um mítt privatlív, eitt nú um, at eg hevði verið ótrúgvur í mínum hjúnalagi. Hesi viðurskifti høvdu einki við mítt samskifti við Epstein at gera, men tey vóru pínufull fyri mína familju, segði Bill Gates, sambært TV 2.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



