Føðilandið, tað er allur knøtturin - nær fáa øll tað inn í knøttin!
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Føðilandið, tað er allur knøtturin - nær fáa øll tað inn í knøttin!
- úr Børkuvísum
Politikkur

Føroyar eru í vøkstri, verður sagt. Men hvat hjálpir vøkstur, um vit útvatna grundarlagið undir okkara egna fólki?

Bústaðarneyðin er ikki longur bara ein trupulleiki hjá tí einstaka – hon er ein hóttan móti okkara vælferðarsamfelag.

Vit síggja tað allastaðni: Ung fólk tøva við at flyta heim, barnafamiljur brúka helvtina av inntøkuni upp á húsaleigu, og eldri fólk sita føst í stórum sethúsum, tí smærri íbúðir mangla. Dreymurin um egna íbúð flýggjar longur og longur burtur hjá vanligum fólkum, sum verða áskoðarar í egnum landi.

Tann ónda ringrásin
Ein av størstu forðingunum er kostnaðarstøðið og krøvini hjá bankunum um høgan eginkapital. Hesin trupulleiki versnar, so hvørt vit fara longur burtur frá miðstaðarøkinum. Tað er ein støða, ið býtur seg sjálva í halan:

Bankarnir eru varnir at lána út í smærru kommununum, og tí verður einki bygt. Tá onki verður bygt, minkar áhugin hjá kommununum at gera dýrar íløgur í byggibúgving. Úrslitið er ein frystur bústaðarmarknaður og fólkafráflyting.

Tey uppskotini, vit hava sæð higartil, koyra meira pening út í ein longu yvirupphitaðan búskap. Vit mugu ístaðin flyta fokus til trygd.

Bjargingarroyndin: Frá studningi til trygd
Skulu Føroyar vinna kappingina um tey ungu, mugu land og kommunur raðfesta bústaðarbygging sum eina strategiska íløgu í framtíðina. Tíðin er farin frá, at land og kommunur sita sum áskoðarar til ein marknað, ið brennir brýrnar undan okkara ungu.

Tí má tað almenna eisini taka ein aktivan leiklut – tí uttan bústaðir er eingin vælferð, og uttan vælferð einki samfelagsgrundarlag. Ein nýggjur bústaður hjá einum ungum húski er sjálv fyritreytin fyri, at vit tryggja okkum:

- Arbeidðsmegina, sum okkara vælferðarsamfelag hungrar eftir.

- Inntøkurnar (skatt, mvg v.m.), sum skulu fíggja sjúkrahús og skúlar.

- Børnini, sum skulu fylla vøggustovurnar og bera okkara samfelag víðari.

Her er ein loysn, ið tekur tøk í sjálva fíggingina:

1) Landið tryggjar seinasta veðrættin Landið stovnsetur eina skipan, har tað veðheldur fyri seinasta partinum av láninum (t.d. max 500.000 kr.). Veðhaldið verður knýtt at húsastøddini fyri at stimbra skynsamt byggjarí:

- Hús upp til 120 m²: Fult veðhald (500.000 kr.)
- Hús 120–140 m²: Skert veðhald (t.d. 250.000 kr.)
- Hús yvir 140 m²: Einki veðhald.

2) Kommunal grundstykki sum pant Kommunur bjóða grundstykki til kostprís, har gjaldið hjá fyrstahandskeyparum ikki skal rindast kontant her og nú. Í staðin verður kostnaðurin fyri stykkið standandi sum eitt pant í húsinum.

Hví gevur hesin leisturin meining?
Styrkt kredittvirði: Um grundøkið kostar 400.000 kr., og landið veðheldur fyri 500.000 kr., styrkist kredittvirðið hjá tí unga við 900.000 kr. Hetta opnar dyrnar í bankanum – eisini í útjaðaranum.

Ein win-win støða
Landið: Her er eingin beinleiðis útreiðsla, men bert ein trygd, ið ger tey ungu kappingarfør á lánimarknaðinum. Vágin hjá landinum er somuleiðis avmarkaður, tí veðhaldið verður bert virkið, um húsið verður selt við tapi. Við at knýta veðhaldið at húsastøddini, tryggjar man samstundis, at húsini eru lættari at selja víðari á einum sunnum marknaði.

Samstundis eigur man at minnast til, at hvør nýggj búseting gevur landskassanum munandi inntøkur – bæði í skatti, mvg av øktari nýtslu og gjøldum. Landið fær sostatt eina trygga íløgu í framtíðar skattaborgarar, uttan at flyta eina krónu úr landskassanum her og nú.

Kommunan: Eitt miðalhúski rindar uml. 120.000 kr. í skatti til kommununa árliga. Tað merkir, at íløgan hjá kommununi í byggibúgvingina er vunnin aftur longu eftir 3-4 árum – og tað er áðrenn pantið í grundstykkinum yvirhøvur er goldið aftur. Talan er tí heldur ikki her um nakran serligan vága, men um eina trygga íløgu í kommunala raksturin.

Niðurstøða: Váðin hjá tí almenna er sostatt minimalur, meðan vinningurin fyri samfelagið er óendaligur. Bústaðurin er karmurin, ið ger tað møguligt hjá fólkinum at støðast. Fólkið er drívmegin í okkara samfelagi. Tí eiga bæði land og kommunur at strekkja seg langt fyri at halda upp á okkara ungu – áðrenn skútan søkkur.

X við F 🧡

X við Árna M. Dam 🧡

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #