Nógv krevja tolsemi og rúmligheit, men fá vilja geva tað
- Thomas a Kempis

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Nógv krevja tolsemi og rúmligheit, men fá vilja geva tað
- Thomas a Kempis
Politikkur

Uttanríkis- og Fiskimálaráðið: Í hesum døgum vitjar Costas Kadis, ES-nevndarlimur í hav- og fiskivinnumálum, í Føroyum.

Bárður á Steig Nielsen, landsstýrismaður í uttanríkis- og fiskivinnumálum, er vertur fyri vitjanini.

Á fundi seinnapartin umrøddu partarnir viðurskiftini millum Føroyar og ES, samstarv á hav- og fiskivinnuøkinum og møguleikar fyri at styrkja samstarvið frameftir. 

Í sambandi við vitjanina varð eisini vitjað hjá Hiddenfjord, umborð á Høgabergi, hjá Ocean Rainforest og á havrannsóknarskipinum, Jákupi Sverra.

Vitjanin í Føroyum varpar ljós á týdningin av góða samstarvinum millum Føroyar og ES.

Í morgin, týsdagin 26. mai, setir landsstýrismaðurin altjóða ráðstevnuna UArctic Congress, har Costas Kadis verður ein av høvuðsrøðarunum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #