Ungarn og ES eru vorðin samd um eina ætlan um nýskipanir, sum skulu steðga korrupsjón og veitir Ungarn 16,4 milliardir evrur, svarandi til 122,5 milliardir krónur, í stuðli, sigur Ursula von der Leyen.
Her og nú er talan um 10 milliardir evrur, ið svarar til 75 milliardir krónur, meðan semja er um eina ætlan fyri hinar milliardirnar.
- Ein nýggj tíð byrjar fyri Ungarn, sigur Ursula von der Leyen, skrivar TV 2.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



