Europa kann fáa trot á jetbrennievni innan nakrar vikur, um Hormuzsundið framvegis verður stongt, siga fleiri aktørar í flogvinnuni.
Stjórin í altjóða orkustovninum, Fatih Birol, lýsir støðuna sum álvarsligastu orkukreppuna, heimurin nakrantíð hevur verið fyri, sambært AP.
Olja, gass og aðrar týðandi vørur sleppa ikki gjøgnum Hormuzsundið.
- Hetta er ein kritisk støða, og avleiðingarnar fyri heimsbúskapin kunnu vera ógvusligar. Jú longri hetta varir, jú størri er ávirkanin á búskaparvøksturin og inflasjónina globalt, sigur Birol sambært TV2.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



