Tórshavnar kommuna: Sunnudagin 7. juni 2026 er Tórshavnar Marathon á skránni. Í hesum sambandi eru fleiri vegir stongdir í Tórshavnar kommunu. Eisini Eysturoyartunnilin er stongdur, meðan renningin fer fram.
Vegirnar og klokkutíðirnar sært tú niðanfyri.
Vegir stongdir klokkan 12.30-19.30
-
Niels Finsens gøta frá Sverrisgøtu oman á Vaglið
-
Mylnugøta
-
Tinghúsvegur frá Bøkjarabrekku oman til Áarvegin
-
Bringnsagøta frá Húsabrúgv oman til Áarvegin
-
Tórsgøta frá Sverrisgøtu oman til Vágsbotn
-
Vágsbotnur
-
Áarvegur
-
Kopargøta
-
Havnargøta
-
Yviri við Strond
-
Hoyviksvegur frá Óðinshædd til Eystara Ringveg
-
Eystari Ringvegur til Hvítanesvegin
-
Hvítanesvegurin til rundkoyringina við Vegin Langa
Vegir stongdir klokkan 12.45-14.30
-
Eystari Ringvegur frá Hvítanesvegnum til rundkoyringina á Hálsi
-
Jónas Broncks gøta
-
Bøkjarabrekka frá Steinatúni niðan til R.C. Effersøes gøtu
-
Ferðslan í R.C. Effersøes gøtu og Bøkjarabrekku er einvegis
Vegir stongdir klokkan 13-18
-
Landsvegurin frá rundkoyringini við Vegin Langa/Hvítanes til Eysturoyartunnilin
Vegir stongdir klokkan 13 til 18
-
Landsvegurin frá rundkoyringini við Eysturoyartunnilin til Kaldbaksbotn
Vegir stongdir klokkan 13 til 18
-
Eysturoyartunnilin stongdur
-
Landsvegurin frá Kaldbaksbotni til rundkoyringina Inni í Firði í Kollafirði stongdur
Vegir stongdir klokkan 14 til 17
-
Kaldbaksvegurin frá Kaldbaksbotni til Kaldbaks
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



