Hósdagin 10. desember klokkan 17 leggur Faer Isles Distillery sítt fyrsta whisky fram á brennarínum í Vestmanna.
Øll eru vælkomin at smakka, og teir tríggir stovnararnir skriva undir á fløskurnar hjá teimum, sum keypa sær eina. Livandi tónleikur verður eisini á skránni.
Whiskyið, sum nevnist Debut Release Whisky, kemur í avmarkaðum upplagi og fæst í Rúsuni frá 12. desember.
Frá februar til apríl 2027 kemur tað til sølu í 15 londum, teirra millum Danmark, Japan og USA.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



