Lít ongantíð á ein fret á gamalsaldrinum
- Jack Nicholson

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lít ongantíð á ein fret á gamalsaldrinum
- Jack Nicholson
Onnur tíðindi

Á myndini síggjast frá vinstru: Annfinn E. Dam, Tummas Løkjá, Helena Klein Sundskarð, Maria Heradóttir, Sonni Jacobsen fm. og Herdis Jensen næstfk

Á myndini síggjast frá vinstru: Annfinn E. Dam, Tummas Løkjá, Helena Klein Sundskarð, Maria Heradóttir, Sonni Jacobsen fm. og Herdis Jensen næstfk

Á myndini síggjast frá vinstru: Annfinn E. Dam, Tummas Løkjá, Helena Klein Sundskarð, Maria Heradóttir, Sonni Jacobsen fm. og Herdis Jensen næstfk

Felagið Føroysk Bygdarsøvn: Á fundi í Tjóðsavninum 12. mars 2025, har flestu bygdasøvnini í landinum vóru samlað til fundar, var tikin avgerð um, at stovna eitt landsfelag fyri bygdarsøvnini í Føroyum. 

Ein fyrireikingarnevnd varð sett við 7 limum, ein úr hvørjari av teimum gomlu sýslunum: Maud Næs, Suðuroy, Tummas Løkjá, Sandoy, Vígdis Bjarnadóttir, Suðurstreym, Annfinn E. Dam, Norðstreym, Sonni Jacobsen, Vágar, Herdis Jensen, Eysturoy og Helena Klein Sundskarð, Norðoyggjar. Vit vilja takka Tjóðsavninum fyri hjálp og vælvild m.a. við fundarhøli fyrstu tíðina.

Fyrireikingarnevndin skipaði seg við Sonna Jacobsen sum formanni og Herdis Jensen sum næstforkvinnu og Vígdis Bjarnadóttir sum skrivara. Nevndin hevði fleiri fundir í 2025 og byrjan av 2026, har m.a. lóg fyri felagið varð evnað til. Har løgfrøðingur eisini var inni í málinum. Tøkk til Petur Even Djurhuus, Advokatfelagið, fyri løgfrøðiliga hjálp.

Á aðalfundi 21. apríl 2026 var nevnd vald, har tó tey flestu úr fyrireikingarnevndini hildu fram. Hartil vórðu eykanevndarlimir valdir fyri hvørt øki. Og á aðalfundinum var lóg felagsins samtykt. Tíverri eydnaðist ikki at fáa lim í nevndina úr Suðuroy, men tað verður vónandi skjótt. Flestu fundirnir eru seinni hildnir í Kollafirði, í gamla skúlanum, sum nú er savn. Myndin av nevndarlimunum er tikin niðanfyri skúlan.

Í nevndina vóru vald:
Øki                            Limur                            Varalimur
Sandoy:                 Tummas Løkjá                Harry Jensen.
Suðurstreym:         Maria Heradóttir              Vígdis Bjarnadóttir.
Norðurstreym:       Annfinn E. Dam               Fróði Skúvadal.
Vágar:                  Sonni Jacobsen                Hákun Bláberg.
Eysturoy:              Herdis Jensen                  Marjun í Jákupsstovu.
Norðoyggjar:         Helena Klein Sundskarð    Símun á Høvdanum.

Nevnin hevur skipað seg við Sonna Jacobsen sum formanni, Herdis Jensen sum næstforkvinnu, Annfinn E. Dam sum kassameistara og Mariu Heradóttir sum skrivara.

Endamál felagsins er at virka fyri, at hjálpa til at menna bygdarsavnsøkið í Føroyum, so at bygdarsøvn, ið reka mentanarsøguligt virksemi, verða styrkt í arbeiði sínum við eitt nú innsavnan, skráseting, varðveiting og miðlan.

Felagið vil eisini virka fyri, at bygdarsøvn í Føroyum verða varðveitt. Tað søvnini varðveita er hvør sær felags lokala søgan í teirra øki, søgd við m.a. lutum, skjølum, myndum og frásagnum.

Felagið er eitt áhugafelag og hevur ikki vinnuligt endamál.

Felagið kann, um ynskt verður, umboða bygdarsøvn í málum, sum verða løgd fyri almennar myndugleikar ella vera til hjálpar, um neyðugt.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #