Ungdómurin er okkara framtíð, og tí mugu tey ungu hava góðar møguleikar at útbúgva seg. Góðar umstøður til útbúgving, lærupláss, virkni og frælsi er okkara mál fyri ungdómin.
Á Miðnámi í Vestmanna kanst tú lesa til ferðaleiðara. Á hvørjum ári taka umleið 30 fólk hesa útbúgving.
Sambært seinastu ársfrágreiðing hjá Visit Faroe Islands vóru í 2024 130.000 útlendsk ferðafólk í Føroyum. Innkomandi ferðavinnan skapti 690 ársverk, og umsetningurin av ferðavinnuni var 1.002 mió. kr.
Nógv ferðafólk hava útlendskan ferðaleiðara við sær og hoyra føroysku søguna frá øðrum enn okkum føroyingum.
Ein rík mentan er besta amboðið til at stimbra tilvitið um føroyska samleikan. Tað ræður um at styrkja hugin, gávurnar og møguleikarnir til at útinna mentanarligt virksemi. Stórur partur av ferðavinnuni í Føroyum snýr seg um at gera vinnuveg burtur úr okkara ríku mentanarsøgu.
Í eini vaksandi ferðavinnu meti eg, at tað er ov lítið einans at útbúgva umleið 30 ferðaleiðarar árliga.
Tað almenna skal tryggja karmarnar og virka sum grundarlag undir vinnuligum framburði og búskaparligum vøkstri, bæði fyri smærri og størri vinnurekandi.
Fólkaflokkurin ætlar at:
-
kreativu og handaligu lærugreinarnar í fólkaskúlanum skulu styrkjast
-
vit sum sjálvstøðugt fólk skulu hava kunnleika til okkara livandi søgu, føroyskan dans, myndlist, heimavirki, tónleik, bókmentir og skaldskap
-
miðnáms- og framhaldsútbúgvingar skulu lagast til føroyska vinnu- og tænastutørvin, og handverkaraútbúgvingar skulu uppraðfestast í samráð við vinnuna
-
vit skulu menna Fróðskaparsetrið og aðrar hægri útbúgvingar við atliti at arbeiðsmøguleikum í Føroyum og menna vinnuna, t.d. útbúgvingar í sølu, framleiðslu og í tí maritima
-
tað altíð skal loysa seg at arbeiða – eisini um ein hevur hug at arbeiða, ímeðan ein er lesandi
-
vit skulu hava greiðari ferðavinnupolitikk, sum er fíggjarliga, umhvørvisliga og sosialt burðardyggur.
Vel ein sterkan Fólkaflokk
XA – Fía Selma Nielsen
Valdið til fólkið
– Vel Fólkaflokkin 26. mars
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



