Tað eru trý sløg av fólkum. Tey sum fáa tingini at henda, tey sum hyggja at ímeðan hini fáa tingini at henda, og so tey sum undrast yvir hvat ólukkan tað var sum hendi
- Fred Clauser, neyðlendi í Eiðisflógva í 1969

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tað eru trý sløg av fólkum. Tey sum fáa tingini at henda, tey sum hyggja at ímeðan hini fáa tingini at henda, og so tey sum undrast yvir hvat ólukkan tað var sum hendi
- Fred Clauser, neyðlendi í Eiðisflógva í 1969
Onnur tíðindi

Tórshavnar kommuna: Nú rigga ferðsluljósini í Bøkjarabrekku-R.C. Effersøes gøtu aftur sum vanligt, men tað gongur út yvir ferðsluljósini í Fr. Petersens gøtu, sum nú ikki lýsa.

Tað hevur tikið óvanliga leingi at fáa ferðsluljósini í Bøkjarabrekku-R.C. Effersøes gøtu í rættlag.

Høvuðsorsøkin er, at tað hevur tikið drúgva tíð at fáa teir neyðugu lutirnir úr Danmark, sum skulu til at umvæla ferðsluljósini.

Tað verður framvegis bíðað eftir einum luti úr Danmark, sum vónandi kemur til landið í næstu viku.

Men avgerð er nú tikin um at taka hendan lutin úr ferðsluljósunum á vegamótinum Fríðriks Petersens gøtu-Jóannesar Paturssonar gøtu og seta hann í ferðsluljósini við Bøkjarabrekku.

Tað merkir so, at samstundis sum ferðsluljósini við Bøkjarabrekku nú rigga aftur, eru ferðsluljósini við Fríðriks Petersens gøtu óvirkin fyribils. Hetta er gjørt út frá eini meting um, at ferðslutrýstið er størri við Bøkjarabrekku.

So skjótt sum neyðugi luturin kemur úr Danmark, fara ferðsluljósini við Fríðriks Petersens gøtu aftur at lýsa. Vónandi verður hetta í næstu viku.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #