Støðan í ferðsluni er tann, at súkklur eru ein sjálvsagdur partur av ferðslumynstrinum í Havnini.
Vit síggja tað runt um í býnum, at tað eru fleiri og fleiri, ið velja at súkkla, og tey hava eisini rættindi til vegirnar.
Tað má man hava í huga tá man kjakast um ferðslutrygd.
Loysnir:
Tá tað eru støður, sum eru ótryggar, er tað greitt, at tað mugu gerast batar.
Í nógvum førum er tað støðan hjá súkklarunum, sum er ótrygg - ikki hjá teimum í bili.
Tísskil er tað umstøðurnar hjá súkklarunum, sum skulu bøtast. Serstakar súkklubreytir og lægri hámarksferðir eru góðar loysnir.
Skal veganet til súkklur takast burtur, má sjálvsagt góð alternativ súkkluleið gerast í staðin.
Samanbering:
Tað verður onkuntíð borið fram, at tað er dýrt at gera umstøður til súkklur, hóast tað er lutfalsliga bíligt í mun til vegir annars.
Til samanberingar kann tað eisini verða dýrt at gera ein elevator ella rampu í einum almennum bygningi.
Men tað eru nøkur virðir í samfelagnum - so sum atkoma í bygningar fyri øll og flytføri í býnum fyri øll - ið burdi verið so sjálvsøgd, at tað má gerast íløgur í tað.
Felagið fyri Súkklarar og Ábæra Ferðslu:
www.sukkla.fo- sukkla@sukkla.fo
Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



