Lít ongantíð á ein fret á gamalsaldrinum
- Jack Nicholson

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lít ongantíð á ein fret á gamalsaldrinum
- Jack Nicholson
Politikkur

Mynd: KVF

Mynd: KVF

Mynd: KVF

Svar til skrivligan fyrispurning nr. 52-112/2025 frá Eiriki í Jákupsstovu, løgtingmanni, settur landsstýrismanninum í vinnumálum, Jacob Vestergaard, um vegasambandið um Haraldsund

Fyrispurningurin er soljóðandi: 
1. Kann landsstýrismaðurin upplýsa, um nøkur verkætlan um vegasambandið um Haraldssund fyriliggur hjá Landsverki, og hvat ein slík verkætlan er mett at kosta í dag?

2. Hevur landsstýrismaðurin ætlanir um at fremja eina slíka ætlan ella eina aðra møguliga betri ætlan?

3. Um ja, hvør er tíðarætlanin hjá landsstýrinum um at fremja hesa ætlanina?

Svar til spurning 1 
Landsverk hevur í fleiri ár havt eina verkætlan klára at bjóða út, sum er at dagføra byrgingina um Haraldssund. Landverk metir framvegis, at verkætlanin eigur at verða raðfest. Málið hevur verið viðgjørt politiskt fleiri ferðir, men higartil hevur tað ikki eydnast at fingið neyðugu játtanina til at fremja verkætlanina.     

Byrgingin um Haraldssund er umleið 350 m long og umleið 20 m breið omanfyri sjóvarmálan.

Størsta partin av teininum er farbreytin ikki nóg breið til, at tvey akfør kunnu møtast. Tí eru møtipláss gjørd á ávísum støðum.  

Verkætlanin fevnir um ein veg við tveimum farbreytum og einari gongu/súkklubreyt, gøtuljós verða sett upp, og verjugrótið á norðaru síðu verður hækkað við umleið einum metri fyri at verja ímóti sjóroki. Vegurin verður lagdur soleiðis, at hann verður ein natúrligur partur av vegunum báðumegin byrgingina. Vegurin á byrgingini fer at liggja sum ein bogi, ið bindur vegirnar á báðum síðum saman.  

Sambært verkætlanini er einans tørvur á heilt stórum dekkgróti afturat tilfarinum, sum longu er í byrgingini, og sum verður endurnýtt.   

Landsverk mælir til, at aldusimuleringar verða gjørdar, áðrenn farið verður undir verkætlanina fyri at tryggja, at byrgingin er nóg høg.  

Landsverk metir, at dagførda byrgingin kostar einar 72 mió. kr. Við í kostnaðarmetingini er eitt váðaískoyti upp á 30%.  

Svar til spurning 2 og 3 
Ferðsluviðurskiftini um Haraldssund skulu vera í lagi. Við verkætlanini verður byrgingin dagførd, soleiðis at hon verður tíðarhóskandi og lýkur dagsins krøv til eina slíka farleið.  

Íløgukarmurin er avmarkaður, men vónandi ber til at raðfesta verkætlanina.

Jacob Vestergaard 
landsstýrismaður

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #