Tað eru trý sløg av fólkum. Tey sum fáa tingini at henda, tey sum hyggja at ímeðan hini fáa tingini at henda, og so tey sum undrast yvir hvat ólukkan tað var sum hendi
- Fred Clauser, neyðlendi í Eiðisflógva í 1969

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tað eru trý sløg av fólkum. Tey sum fáa tingini at henda, tey sum hyggja at ímeðan hini fáa tingini at henda, og so tey sum undrast yvir hvat ólukkan tað var sum hendi
- Fred Clauser, neyðlendi í Eiðisflógva í 1969
Tiltøk

Samhugi fyri Palestina sýnir Emmy-virðislønta heimildarfilmin ”Kids Under Fire” í Perluni kl. 19 leygarkvøldið. Akuttlæknin Mimi Syed, sum hevur tilknýti til Føroyar, er við í filminum, sum viðger upplivingar hjá heilsustarvsfólki í Gaza seinastu árini. Í filminum greiða Mimi og onnur eygnavitnir, heilsustarvsfólk úr USA, frá tí, sum tey hava eygleitt og upplivað í Gaza.

Mimi Syed er sjálv stødd í Føroyum í løtuni og tók stig til at fáa filmin sýndan alment her. Í filminum fylgja vit eisini søguni hjá fýra ára gomlu smágentuni Mira Al-Darini, sum varð skotin í høvdið, og sum Mimi Syed var við til at bjarga. Mira er fyri stuttum komin til Mexico sum flóttafólk, og ætlanin er at savna inn pening á tiltakinum til hennara viðgerð.

- Vit fara at deila eitt leinki og QR kotu á myndunum, so tú kanst stuðla, sama um tú fært møtt ella ikki - stuðla við tí, tú kanst. Alt ger mun, siga tey í felagsskapinum Samhugi fyri Palestina.

Í Perluni verður ein lítil biti frá Grønu matveitingini og drekka at fáa.

Dr. Mimi Syed verður til staðar og fer at greiða nærri frá sínum upplivingum aftaná filmin.

Tiltakið er ókeypis og øll eru vælkomin.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #