Skúlablaðið: Tað er bara í skúlunum í Havn, at tað vera fleiri enn 22 næmingar í 1. flokkunum.
Sambært fyribilstølunum verða tað fimm fyrstuflokkar í Havn við fleiri enn 22 næmingum; tveir flokkar við 23 næmingum í Eysturskúlanum, tveir við 24 næmingum í Sankta Frants skúla og ein flokkur við 23 næmingar í skúlanum á Argjahamri.
Kommunan hevur sagt, at tað er eingin trupulleiki við hølum, tí kommunan vil skaffa hølini, um skúlamyndugleikin bara játtar flokkarnar, men hóast tað, so heldur landsmyndugleikin uppá, at tað skulu vera fleiri enn 22 næmingar í fyrstuflokkunum skúlaárið 2026/27.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



