Neyvan nøkur kropsvenjing er betri fyri hjartað enn at rætta fólki eina hjálpandi hond
- John Andrew Holmes

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Neyvan nøkur kropsvenjing er betri fyri hjartað enn at rætta fólki eina hjálpandi hond
- John Andrew Holmes
Politikkur

Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini 
Spyrjari:  Bill Justinussen, løgtingsmaður 
Svarari:  Aksel V. Johannesen, landsstýrismaður í fíggjarmálum 
Evni:  Verkætlanin «Fipur til Heimið»

Spurningar:   
1. Er tað rætt, at Føroya Tele samtakið (og dóttirfelagið NET) er steðgað við at leggja fipurkaðalar út til telesamskifti?

2. Verður spurningurin svaraður játtandi, hvat er so orsøkin til tess?

3. Er tað rætt, at íbindingin til viðskiftafólk er langt aftanfyri í tíð og fólk í hundrað- ella túsundatali ikki fáa fipursamband, hóast fipurkaðalar eru lagdir inn hjá viðkomandi?

4. Hvør hevur ábyrgdina av tí vantandi samanknýtingini?

5. Hvussu nógvar innleggingar eru gjørdar og hvussu nógvar innleggingar vanta at gera?

6. Hvussu nógvar innleggingar eru gjørdar, sum ikki eru íbundnar?

7. Nær er ætlanin at halda fram við at leggja fipur út til hvørt heim í Føroyum?

8. Hvussu nógv hevur fipurverkætlanin kostað higartil?

Viðmerkingar: 
Tað frættist, at fipurleggingin er steðgað upp, tí dótturfelagið NET ikki fær neyðugan kapital gjøgnum móðurfelagið at halda fram við fipurleggingini.

Grannalond okkara eru komin nógv longur enn vit við at leggja fipur út í hvønn krók.

Mong hava glett seg til at fáa fipur, sum gevur brúkarunum betri, tryggari og skjótari net.

Nógv hava fingið hetta netsambandið, meðan enn fleiri ikki hava fingið tað.

Hetta setir kundarnar hjá telefyritøkunum í ymiska støðu, har nøkur hava fingið størri fyrimunir enn onnur, hóast øll eru kundar, og hóast landið eigur sín stóra part av fyritøkuni.

Flestu føroyingar hava áhuga í at hava somu góðu atgongd til fipursamband. Tí verða hesir spurningar settir landsstýrismanninum. 

Á Løgtingi, 26. mai 2026 
Bill Justinussen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #