Føðilandið, tað er allur knøtturin - nær fáa øll tað inn í knøttin!
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Føðilandið, tað er allur knøtturin - nær fáa øll tað inn í knøttin!
- úr Børkuvísum
Politikkur

Tað er ongin loyna at tað er væl av fiski rundan um okkum, og prísurin er óvanliga høgur. Tí haldi eg alt annað líka, at vit í eina tíð nú strika alt, ið eitur fiskidagar í bólki 5A og 5B.

- Vit hoyra um El niño og La niño. Hetta gevur sjálvsagt meining, men tó er ósemja ímillum serfrøðina og fiskimannin. Ímeðan prísurin er so høgur, sum hann er nú, lat so bátarnar fiska, soleiðis at útróðrarflotin hevur møguleika at skaffa sær væl av peningi, so hann hevur møguleika at keypa nýggjari bát, útgerð og annað, til tá verri tíðir verða aftur.

Frystilínuskipini fara eisini at merkja manglandi dagar. - Alt bendir á, at á ólavsøku liggur helvtin av flotanum, tí eingin fiskidagur er eftir, og bíðar til 1. oktobur fyri at sleppa í buffarakassan - men har eru bert 150 dagar.

Tað eru so sera nógvir ring virkningar at loyva meira fiskaríi. - Lína skal egnast, agn skal keypast, útróður, landing, pakking, koyring og sigling. Øll minnast oktobur í 2025, tá allir fiskidagar vórðu brúktir. - Tá var Jóhan Christiansen landsstýrismaður. Hann súltaði málið alt ov leingi og kom tíverri til ta niðurstøðu, at hann ætlaði onki at gera. Síðani bleiv ruddað upp í landstýrinum, ein nýggjur kom til, og tá komu fleiri dagar. - Men tað var 1 viku áðrenn jólaferiuna, so tað gav ikki nógv.

Fiska ímeðan fiskur er.

Haraldur Símunarson Hammer
Sambandsflokkurin

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #