Tað eru trý sløg av fólkum. Tey sum fáa tingini at henda, tey sum hyggja at ímeðan hini fáa tingini at henda, og so tey sum undrast yvir hvat ólukkan tað var sum hendi
- Fred Clauser, neyðlendi í Eiðisflógva í 1969

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tað eru trý sløg av fólkum. Tey sum fáa tingini at henda, tey sum hyggja at ímeðan hini fáa tingini at henda, og so tey sum undrast yvir hvat ólukkan tað var sum hendi
- Fred Clauser, neyðlendi í Eiðisflógva í 1969
Vinna

Fiskamarknaðurin: Ísfiskalínuskipið er norðanfyri og fiskar mest av hýsu og so nakað av toski. Landar fyrst ella miðskeiðis í vikuni. Ein ísfiskabátur landar mánadagin, fiska við Ísland. Eitt frystilínuskip er við Ísland, trý eru á Flemish Kap og tvey eru ávegis til Flemish Kap. Tvey eru við Føroyar.

Streymurin verður harður tað mesta av vikuni. Veðrið verður hampuligt, so vit vænta nakað av útróði.

Ein djúpvatnstrolari fer á Íslandsryggin og landar væntandi fyrst í aðru viku. Tveir fiska svartkalva. Báðir landa í vikuni.

Fimm pør eru til fiskarí og fiska upsa og annan hvítfisk. Tey flestu landa í vikuni. Eitt par fiskar gulllaks.

Tveir trolbátar eru á landleiðini og fiska mest flatfisk og tosk. Ein er á Íslandsrygginum. Allir landa í vikuni. Hinir fara helst út í vikuskiftinum.

Trý garnaskip fiska svartkalva. Fiskaríið er brúkiligt. Allir landa í vikuni.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #