Fjórða dagin á rað eru albanar úti á gøtuni at mótmæla luksus frítíðarstað, sum er tengt at Trump.
Forsætisráðharrin hevur víst sín stuðul, men albanar hava verið á gøtunum í fleiri dagar orsakað av ætlaða marglætisfríiðarstaðnum í einum friðaðum øki.
Við slagorðinum "Albania er ikki til sølu", hava mótmælisfólkini kravt, at verkætlanin skal steðga, at sitandi forsætisráðharrin, Edi Rama, skal leggja frá sær, og at ein endi verður á tí, sum tey kalla "flyting av almennum og privatum ognum til gagns fyri oligarkar við bondum til stjórnina".
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



