Órættvísi er ein partur av lívinum, sum vit øll fáa at smakka. Summi meira enn onnur. Tað er órættvíst
- ókendur

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Órættvísi er ein partur av lívinum, sum vit øll fáa at smakka. Summi meira enn onnur. Tað er órættvíst
- ókendur

Sigrid Petersen, Hanna Isaksen Højgaard, Elsbet Klakstein, Annika Godtfred, Sigrun Kristiansen og Elsa av Reyni, limur í dómaranevndini hjá FSF - Mynd: FSF.fo

Nýggju kvinnuligu dómararnir, saman við undirvísarunum, Róa Jacobsen og Aron Sofus Vest, og Elsu av Reyni, limur í dómaranevndini hjá FSF – Mynd: FSF.fo

FSF: Eitt av høvuðsmálunum hjá Fótbóltssambandi Føroya er at fáa fleiri kvinnur at virka innan fótbólt – eisini sum dómarar. Í fleiri ár hava kvinnur luttikið á teimum vanligu dómaraskeiðunum saman við monnum, og hóast nakrar hava dømt í nøkur ár og klárað seg væl, so eru tað framvegis ov fáar, sum halda fram.

Samstundis er kvinnufótbólturin í rúkandi menning, og talið av kvinnuligum fótbóltsspælarum veksur støðugt. Hetta merkir, at tørvurin á dómarum og hjálpardómarum eisini veksur – og her eru kvinnur ein týðandi partur av loysnini.

Í øðrum londum er tilgongdin av kvinnuligum dómarum vaksin nógv seinastu árini. Sama ynskir FSF at síggja í Føroyum. Tí varð í døgunum 27. og 28. mars skipað fyri einum serligum dómaraskeiði, bert ætlað kvinnum.

Aftaná skeiðið fáa kvinnurnar eisini stuðul og vegleiðing, tá tær døma teir fyrstu dystirnar – antin saman við royndum dómarum ella við einum mennara, sum gevur afturmelding og hjálpir teimum víðari.

– Vónin er, at hetta fær hesar kvinnurnar at halda fram og samstundis eggjar øðrum kvinnum at royna seg sum dómarar. At døma er eitt spennandi og mennandi frítíðarítriv, sum eisini gevur persónliga menning – og ja, tú fært eisini løn fyri arbeiðið, sigur Lassin Isaksen, dómaraleiðari hjá FSF.

Tær fimm kvinnurnar, ið tóku lut á dómaraskeiðnum hesaferð, vóru Sigrid Petersen, Hanna Isaksen Højgaard, Elsbet Klakstein, Annika Godtfred og Sigrun Kristinansen. Undirvísarar vóru Rói Jacobsen og Aron Sofus Vest.

Nýggju kvinnuligu dómararnir, saman við undirvísarunum, Róa Jacobsen og Aron Sofus Vest, og Elsu av Reyni, limur í dómaranevndini hjá FSF – Mynd: FSF.fo

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #