Næstan 2.200 støddfrøðingar úr øllum heimsins hornum hava skrivað undir yvirlýsing um at boykotta árligu og týðandi altjóða støddfrøðingakongressina (ICM).
Hetta hendir sum beinleiðis mótmæli móti amerikanska forsetanum, Donald Trump, skrivar Videnskab.dk.
- Tað er heilt einfalt eingin skilagóð grundgeving fyri, at altjóða luttakarar skulu vera tryggari á hesi útgávuni av ICM, enn teir høvdu verið í Russlandi í 2022, skriva boykottandi granskararnir, sambært TV 2.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



