(tilvildarlig mynd)
(tilvildarlig mynd)
Í vikuni hevur politiið aftur handtikið tveir útlendskar ferðaleiðarar, tí teir arbeiddu í Føroyum uttan loyvi.
Tað sama hendi í farnu viku.
Í øllum førum hevur mannagongdin verið, at fólkini hava fingið bót og eru útvíst við forboði at koma aftur í eitt áramál.
Føroyar hava lutfalsliga strangar reglur fyri fremmandar ferðaleiðarar. Hava teir ikki heimstað her ella í einum øðrum norðurlandi, so hava teir ikki loyvi at arbeiða í Føroyum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



