Hjartaleysur er hann, sum ber hjarta sítt uttan á bringuni
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Hjartaleysur er hann, sum ber hjarta sítt uttan á bringuni
- úr Børkuvísum
Onnur tíðindi

Amerikanskir myndugleikar kanna nú eina røð av deyðsføllum og løgnum umstøðum har fólk við tilknýti til viðkvæma gransking innan kjarnorku, rúmdartøkni og verjuøkið eru horvin.

Sambært CNN snýr málið seg um í minsta lagi tíggju persónar, sum seinastu árini annaðhvørt eru deyðir undir ógreiðum umstøðum ella eru horvnir. Millum fólkini eru ein kjarnorkufrøðingur frá MIT, sum varð dripin uttan fyri heimið hjá sær, ein fyrrverandi generalur í amerikanska flogvápninum, sum hvarv í New Mexico, og ein verkfrøðingur innan rúmdartøkni, sum hvarv á einum gongutúri.

FBI sigur seg kanna, um nakað samband er millum málini, og samstarvar við aðrar stovnar, eitt nú orkumálaráðið, NASA og verjumyndugleikar.

Enn er tó einki alment staðfest samband funnið millum hendingarnar. Kortini hava málini elvt til gitingar um møguligt njósnaravirksemi ella skipað álop. Fleiri avvarðandi og serfrøðingar ávara tó ímóti at gera niðurstøður, tí málini kunnu eisini vera óskyld einstøk dømi.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #