FBF/SCA kapping: Norðurírland – Føroyar 1-3 (15-25, 25-20, 15-25, 14-25)
Í SCA kappingini, sum um vikuskiftið er í Norðurírlandi, vann A-landsliðið hjá monnum 3-1 á vertunum úr Norðurírlandi.
Føroyar vunnu sannførandi fyrsta settið 25-15, men eftir at hava verið frammanfyri 15-11 í øðrum setti, kom stígur í hjá Føroyum, og Norðurírland javnaði til 16-16 og fór framum og vann 25-20.
Føroyar svaraðu tó aftur og vunnu lættliga triðja og fjórða sett 25-15 og 25-14.
Í morgin kl. 12:30 spæla Føroyar ímóti hinum liðnum í bólkinum, Írlandi. Seinni sama dag verða hálvfinalurnar spældar. Við sigrinum í dag hava Føroyar góðan møguleika at koma í hálvfinaluna. Um so verður, verður mótstøðuliðið eitt av teimum trimum liðunum í hinum bólkinum, sum er mannaður við Liktinstein, San Marino og Skotlandi.
Leinki til stroyming frá kappingni er at finna á heimasíðuni hjá Flogbóltssambandinum á www.fbf.fo
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



